Maktstríð avdúkar veikleikar

Núverandi stríð millum løgmann og løgtingsformann varpar, sambært politiskum eygleiðarum og serfrøðingum, ljós á veikleikar í politiska landslagnum. Men politikarar vilja ikki viðgera tey tungu málini og renna heldur eftir stuttskygdum vinningum, sigur Kári á Rógvi.

Tað undirgravar politisku skipanina, at sjálv valskipanin hongur í leysari luft minnið enn eitt hálvt ár áðrenn komandi løgtingsval. Hetta er tekin um politiskt óskil, heldur Kári á Rógvi, løgfrøðingur.

- Vandi er fyri, at Føroyar fara at líkjast londum sum Italia og Frakland, har valskipanin verður broytt millum hvørt val, og fólk missa álit á skipanina, tí hon altíð verður broytt av sitandi meiriluta, sigur Kári á Rógvi, sum var skrivari í grundlógarnevndini, sum varð sett í 1999, og næstformaður í stjórnarskipanarnevndini, sum handaði løgmanni álit um føroyska stjórnarskipan í desember 2006.

Aðrir serfrøðingar og politiskir eygleiðarar halda eisini, at núverandi støða kastar ljós á veikleikar í politiska landslagnum, men teir halda tó ikki talan vera um vandastøðu fyri sjálvt fólkaræði.

Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur, at Edmund Joensen setur samgongusamstarvið í vanda og undgravar samgongu og løgmann. Men hetta er eitt politisk spæl og ein spurningur um loyalitet. Tað er onki ólógligt ella ódemokratisk í tí, leggur hann dent á.

Men Edmund Joensen brýtur, sambært Bjørn á Heygum, óskrivaðar reglur. 

- Siðvenja er, at parlamentsformenn eru neutralir og semjusøkjandi. Hesa siðvenju brýtur Edmund Joensen við at leggja eitt so kontroversielt mál fyri ting, heldur Bjørn á Heygum.

Ein annar politiskur eygleiðari, stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale, er grundleggjandi ósamdur við Bjørn á Heygum um leiklutin hjá Edmundi Joensen.

- Edmund Joensen brúkar sín lógarfesta rætt at leggja eitt mál fyri ting. Hann visti, at ein meiriluti í tinginum var fyri uppskotinum, og veljarakanningar hava eisini víst, at ein meiriluti av Føroya fólki stuðlar uppskotinum. Edmund Joensen er tí tann demokratiski vinnarin í hesum spæli, metir Sjúrður Skaale


Landsstýrið ræður í tinginum

Sjúrður Skaale heldur, at um vit skulu tosa um hóttanir móti fólkaræðinum, so eru politisku avtalurnar í samgonguni nógv meira relevantar.

- Tá samgongan ger innanhýsis avtalur, sum lagað seg til persónlig áhugamál hjá onkrum einstøkum samgongulimi, sum tildømis Marjus Dam ella Gerhard Lognberg, so er hetta ein størri hóttan ímóti fólkaræðinum, metir Sjúrður Skaale.

Kári á Rógvi trýr ikki, at fólkaræðisligt umhugsni er drívmegin handan uppskotið hjá Edmundi Joensen, men hann er samdur við Sjúrða Skaale um, at núverandi støðan vísir, at landsstýrið stýrir bæði í landsstýrinum og í løgtinginum.

At samgongulimir siga seg vera frítt stillaðir í núverandi málið er ikki annað enn náttúrligt, tí sambært stýrisskipanarlógini kunnu tinglimir ikki binda seg til politiskar avtalur.

Men hóast stýrisskipanin leggur upp til, at tey 32 tingfólkini skulu tosa seg til sættis frá máli til mál og eru frítt stillaði, so er tingið í veruleikanum stýrt av politiskum flokkum og avtalum, og tí hevur samgongan so stórt vald.

- Hetta er ikki bara galdandi fyri núverandi løgmann og sitandi landsstýrið. Tá Edmund Joensen sat sum løgmaður, hótti hann eisini fleiri ferðir við at upploysa landstýrið, um samgongulimir ikki aktaðu, sigur Kári á Rógvi.


Stuttskygdir politikarar

Føroysku politikarar eru, sambært Kári á Rógvi, so stuttskygdir, at teir duga ikki at viðgera yvirskipað týdningarmikil mál.

Sum dømi nevnir Kári á Rógvi 266b, sum vísti at politikarar duga væl at taka støðu til einstøk mál, men kjakið um mannarættindi í Føroyum sum heild hava teir ongan áhuga fyri.

Tað sama sást í viðgerðini av stjórnarskipan og valskipan, heldur hann. Onki verður gjørt, fyrr enn persónlig áhugamál sum afturval koma uppí, og so skal alt skundast ígjøgnum.

- Hetta skapir óstabilitet og misálit, staðfestir Kári á Rógvi.