Makrelveiða fer at ávirka fiskavirkini

- At feløgini, sum nú fara at leggja seg eftir at fiska makrel, ikki fáa eginkvotur, fer helst at gera, at nøkur virkir noyðast at leggja stilt, tá trolaraflotin fer á makrelveiði, sigur Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin

RÁVØRUTROT

Síðan politisku myndugleikarnir gjørdu av, at makrelfiskiskapurin hjá ísfiskatrolarum og øðrum skipum skal vera eftir olympiska ”prinsippinum”, har tað ræður um at fiska sum mest upp á stytstu tíð, er væntandi, at hetta eisini kemur at ganga út yvir ráfiskatilgongdina hjá fiskavirkjunum.
Flestu feløg, sum eiga lemmatrolarar, partrolarar ella rækjuskip hava ivaleyst søkt um at sleppa at fiska makrel av felagskvotuni, sum verður lutað út í tveimum.
Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin, sigur, at teir hava søkt um at sleppa at fiska makrel við teimum seks skipunum, sum felagið eigur. Hesi eru Heykur, Falkur, Rókur, Lerkur, Bakur og Stelkur.
- Við tað, at talan ikki er um eginkvotur, og tað soleiðis ikki ber til at stýra fiskiskapinum sjálvir, er hugsandi, at allir vilja hava sum mest av felagskvotuni. Hetta merkir, at tað verður, sum onkur so beinrakið hevur tikið til, olympiskur fiskiskapur eftir makreli, har tað ræður um at fáa sum mest - upp á stytstu tíð.
Hann vísir á, at hevði talan heldur verið um, at hvørt felag sær fekk sína kvotu, hevði borið nógv betri til at lagt fiskiskapin til rættis.
- Tá kundi í fyrsta lagi eitt par farið á makrelveiði, meðan hini bæði pørini framhaldandi vóru í upsafiskiskapi. Nú ræður um hjá øllum at fáa sum mest - og sum skjótast fyri yvirhøvur at fáa lut í útlutaðu nøgdunum, sigur Dávid Jacobsen.
Stjórin í Faroe Origin, sum eisini stendur fyri leiðsluni á fiskavirkinum hjá felagnum í Runavík, væntar, at virkir fara at noyðast at leggja stilt, tí tað fer at halta við ráfiskagrundarlagnum, tá fleiri skip, sum annars fiska upsa, væntandi fara á makrelveiði í næstum.
Dávid Jacobsen sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt Fiskimálaráðið, verða 38.000 tons av makreli lutað út í tveimum umførum.
- Helvtin av hesum skal lutast út frá 20. juni til 20. juli - og síðan verður hin helvtin lutað út frá 20. juli og úteftir, sigur stjórin í Faroe Origin.