Spurningurin er, hvønn týdning hetta kemur at fáa fyri tilgongdina av makreli til eitt nú Varðan Pelagic á Tvøroyri. Mynd: Fríði Potts.

Makrelurin skal bjóðast út í Noregi

- Norskar reglur siga, at makrelur, sum verður veiddur í norskum sjógvi - eisini av føroyskum skipum - skal bjóðast út á uppboðssølu í Noregi, sigur skiparin á Finni Fríða, Aksel Mikkelsen.

Spurningurin er, hvønn týdning hetta kemur at fáa fyri tilgongdina av makreli til eitt nú Varðan Pelagic á Tvøroyri. Mynd: Fríði Potts.

Hin 16. juli í ár kunnaði Fiskimálaráðið um, at Føroyar og Noreg hava gjørt eina søguliga semju um makrelatgongd, har føroysk skip kunnu fiska 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum. Hetta er helvtin av føroysku makrelkvotuni fyri 2021.

 

Á sama hátt, sum føroysk skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi, kunnu norsk skip eisini fiska sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

 

- Londini eru harumframt samd um, at føroysk skip, sum fiska makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av, um tey landa fiskin í Føroyum ella Noregi. Somuleiðis gera norsk skip sjálvi av, um tey landa makrelin, sum tey fiska í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi.

 

Landsstýrismaðurin ásannaði, at henda semja millum Føroyar og Noreg er søgulig, tí ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni, sum varð undirskrivað henda dagin í juli.

 

Í dag, tá In.fo skifti orð við skiparan á Finni Fríða, Aksel Mikkelsen, vóru teir í norskum sjógvi. Tá gjørdi skiparin greitt, at norskar reglur siga, at makrelur, sum verður veiddur í norskum sjógvi - eisini av føroyskum skipum - skal bjóðast út á uppboðssølu í Noregi.

 

Tað merkir - í mun til tað, sum Fiskimálaráðið sigur í nevndu kunning um søguligu avtaluna millum Føroyar og Noreg - at føroysk skip ikki gera av sjálvi, hvar tey landa makrelin, sum nú verður fiskaður í norskum sjógvi.

 

Spurningurin er so, hvønn týdning hetta kemur at fáa fyri tilgongdina av makreli til eitt nú Varðan Pelagic á Tvøroyri, har Varðin í Gøtu, sum eisini eigur fleiri uppsjóvarskip, er størsti eigari.

 

Spurdur, um reglurnar, sum eru galdandi í norskum sjógvi við útbjóðing av makrelinum, kunnu fara at merka, at skip og manning fara at fáa meira fyri fiskin, nú størri kapping verður um rávøruna, segði skiparin, at tað kanska ikki er óhugsandi.

 

- Vit eru hampiliga væl nøgdir við tann prís, vit hava fingið hjá Varðanum Pelagic, har meginparturin av makrelinum hjá okkum higartil er landaður, men fiskimaðurin ynskir sjálvandi altíð at fáa sum mest fyri fiskin, segði skiparin, Aksel Mikkelsen.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Spurningurin er, hvønn týdning hetta kemur at fáa fyri tilgongdina av makreli til eitt nú Varðan Pelagic á Tvøroyri. Mynd: Fríði Potts.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.