Høgni Hoydal
.....
Í einum aftursvari til mína grein, har eg heiti staðiliga á føroysku fólkatingsumboðini um ikki at draga makrelin niður í danskan innanríkispolitikk, vil Sjúrður Skaale vera við, at hann ongantíð hevur lagt seg út í samráðingarnar um makrelin.
Sjúrður sigur orðarætt: “Og tí havi eg aldrin – aldrin nakrantíð og ikki á nakran hátt! – blandað meg uppí samráðingarnar.”
Eri harmur um at siga tað, Sjúrður. Men tað er bara als ikki sannleikin.
Í valstríðnum og valskránni hjá tær til fólkatingsvalið, var makrelmálið ein týðandi partur av tí, sum tit vildu arbeiða við á Christiansborg. Og tit søgdu, at partapolitisku sambond millum tykkum og stjórnina fóru at verða ein fyrimunur fyri rættindi føroyinga og samráðingarnar í hesum máli.
Og síðani hevur hetta verið brúkt til at profilera tykkum, sum tey, ið skulu loysa – ella loysa upp fyri makrelmálinum – við afturvendandi tíðindaskrivum og útmeldingum í fjølmiðlunum.
Tíni egnu orð
Til dømis hevur hetta staðið í einum tíðindaskrivi frá tær sjálvum og javnaðarflokkinum:
“Javnaðarflokkurin á fólkatingi er longu farin undir ta fyrstu, stóru politisku uppgávuna, sum er at fáa til vega próvgrundir fyri, at Føroyar eiga rætt til ein munandi størri part av makrelkvotuni í Norðuratlantshavi enn hana, sum ES og Noreg vilja tilluta Føroyum. Hetta er fyrst og fremst eitt mál fyri landsstýrið, men Javnaðarflokkurin vil fegin nýta teir góðu møguleikar, sum fólkatingssessurin og tætta samstarvið við danska stjórnarflokkin geva, til at stuðla landsstýrinum í hesum máli. At ávirka og broyta støðuna hjá fyrst donskum myndugleikum og síðani ES er ein sera krevjandi uppgáva, og tí mugu allar kreftir arbeiða saman".
Og síðani hevur tú sent eina røð av tíðindaskrivum um fundir við danskar ráðharrar um makrelmálið sum heild – ikki bert um ES-tiltøk. Millum annað ein fund, har tú handaði donskum ráðharra ein lunda, ið skuldu ímynda okkara krøv um makrelkvotu og ta ávirkan makrelurin hevur í føroyskum sjógvi.
Og hetta sigur tú at vera “ongantíð og ikki á nakran hátt!” at blanda seg í samráðingarnar...
Reinur partapolitikkur
Eftir mínum tykki, hava bæði tú og Edmund Joensen av øllum alvi roynt at drigið makrelmálið niður á Christiansborg. Hett elvir beinleiðis til, at aðrir danskir fólkatingslimir og ráðharrarnir halda tað vera legitimt at úttala seg um, hvat Føroyar eiga at gera í makrelmálinum, tí tit brúka málið soleiðis og reisa tað á Christiansborg á hendan hátt. Seinast hava vit sæð framsøgumenn hjá bæði sosialdemokratunum, sum tú Sjúrður er partur av – og hjá Vinstraflokkinum úttala seg um, hvat føroyingar eiga at gera.
Bæði tú og eg vita, at alt hetta tosið á Christiansborg um makrelin er bluff og spæl fyri gallarínum. Danmark hevur egin áhugamál í makrelinum og er okkara beinleiðis mótpartur. Um tað er ein fyrimunir fyri Danmark at revsa Føroyar og at Føroyar hava lítla makrelkvotu, so arbeiða tey fyri tí. Um tað er ein bági fyri Danmark og danska vinnu, so arbeiða tey fyri linari tiltøkum.
Tí eiga vit ikki at pakka hesa óhaldbæru skipan inn, har uttanríkispolitikkur Danmarkar er til bága fyri okkum, og royna at seta tað fram sum um, at Danmark skal røkja føroysk áhugamál.
Hetta er ein støða, har fólkatingsumboðini legitimera eina hjálandastøðu, heldur enn at vísa á tørvin á egnari rødd og leikluti hjá Føroyum. Tað er hetta, sum eg sigi í míni grein. Bæði tú og Edmund kappast um, hvør skal eitast at vera bestur at brúka partapolitisk sambond til danskar flokkar, sum avgerandi fyri rættindi og virði hjá føroysku tjóðini. Eg haldi hetta er ómetaliga harmiligt, tí hetta er sambandspolitikkur og legitimering av heimastýri í ytsta potensi.
Og sum tú sjálvur hevur skrivað: Hetta málið er nógv ov álvarsligt til partapolitikk.
Tað er fiskiídnaðurin í Evropa – og so Ísland sum eru avgerandi
Heimildirnar til revsitiltøkini hjá ES eru langt síðani samrádd – eisini við luttøku frá donskum embætisfólki. Og tað hendi áðrenn fólkatingsvalið og undir valstríðnum.
Heimildirnar til revsitiltøk eru sera mildar. Tað er ikki hent orsakað av nøkrum donskum fólkatingslimi ella nakrari danskari stjórn. Tað er tí, at ES hevur valt eina millumloysn, ið mótvegis skotskum og øðrum fiskimonnum, kann látast at vera tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Men í roynd og veru ikki eru nakað sterkt amboð – og tað fer at taka langa tíð at seta nakað verk, tá heimildirnar eru fingnar til vega.
Hesa loysn hevur ES valt, bæði tí at fiskiídnaðurin í Evropa ikki vil steingja fyri føroyskum og íslendskum fiski. Og ikki minst, tí at ES vil ikki provokera Ísland, nú samráðst verður um at fáa ìsland upp í ES (Og ES vil hava tey uppí til tess at fáa atgongd til tilfeingið í Norðuratlantshavi).
Men bæði tú og Edmund Joensen royna at gera heimildirnar til revsitiltøk frá ES til eitt stórt mál – hóast tað ikki er tað. Og hóast vit tosa um sera langa tíð, áðrenn eitt møguligt tiltak yvirhøvur kundi verðið sent í verk. Og tit royna hvør í sínum lagi, at látast vera avgerandi fyri gongdina í málinum.
At tit royna at øsa hetta upp, er sera óheppið fyri samráðingarnar hjá okkum. Tað gevur okkara samráðingarmótpørtum og donskum myndugleikum ta fatan, at vit í Føroyum óttast fyri og verða ávirkað av hesi framferð hjá Danmark og ES í makrelmálinum. Men okkara samráðingarstøða eigur at vera, at vit als ikki óttast tiltøk, bæði tí tey hava lítlan týdning fyri okkum, og tí vit meta tey vera ólóglig sambært altjóðarætti.
Eg siti sjálvur í uttanlandsnevnd Løgtingsins og viðgeri makrelsamráðingarnar í trúnaði. Men eg kann siga so mikið, at tað sum okkara fólkatingsumboð siga og gera í makrelmálinum, er ikki í samsvari við ta seriøsu viðgerð og tey samráðingaramboð, sum vit leggja dent á.