Makrelur lættir um trýstið á botnfiskin

Í løtuni er lítil roynd eftir upsa á landgrunninum. Flestu ísfiskatrolarar fiska makrel.

Bara tvey partrolarapør eru á ísfiskaveiði eftir upsa, men veiðan roynist einki serligt. Hinir partrolararnir fiska makrel.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap og kemur inn at landa mánadagin.

 

- Møguliga fara onkrir djúpvatnstrolarar út um vikuskifti, men helst fara fleiri av teimum at fiska makrel.

 

Um teir smærru trolbátarnar, sigur marknaðurin, at bara ein av hesum er til fiskiskap.

 

- Trolbáturin er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur, sigur Fiskamarknaður Føroya.