Trætan um makrelin kann hava við sær, at íslendska umsóknin um limaskap í Evropasamveldinum verður løgd til viks.
Tað sigur íslendski vinnumálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN. Hann leggur afturat, at makreltrætan hevur fingið íslendingar at ivast í, hvussu rætt tað er at fara upp í ES.
-Tað er nógv meiri makrelur í íslendskum sjógvi nú, og hann steðgar her í mánaðir og tekur nógv burtur úr vistkervinum. Sum strandarland krevja vit okkara rættvísa part av stovninum, sigur Steingrímur J. Sigfússon við CNN.
Amerikanska sjónvarpið hevur eisini tosað við stjóran í íslendska reiðarafelagnum, Friðrik J. Arngrímsson. Hann heldur, at ES eigur at hyggja at ferðarmynstrinum hjá makrelinum.
-Tað var meiri enn hálv onnur millión tons av makreli í íslendskum sjógvi í ár. Uppgávan er heilt einfalt at fáa semju um ein rættvísan part, og tað er ikki 10 prosent til íslendingar, føroyingar og russar, sigur stjórin í reiðarafelagnum.