Makreltorva heilan fjórðing í tvørmát

Tað er ikki vanligt, at skip rokast í makreli í føroyskum sjógvi so seint um heystið.

Tá Høgaberg kom á fiskileið á Nólsoyarbanka seinasta sunnukvøld, rendu teir seg í eina velduga stóra makreltorvu - og helst eina tí størstu, sum skiparin, Høgni Hansen, nakrantíð hevur sæð.

 

At síggja slíkar nøgdir av makreli í føroyskum sjógvi, er eisini óvanligt hesa tíðina av árinum. Tað siga bæði Høgni Hansen og Kristian Martin Rasmussen, sum á seinasta túri var skipari á Christiani í Grótinum.

 

- Eg veit, at tað er ikki lætt hjá ókunnugum at síggja á myndini (viðheftu), men hetta er ein makreltorva, sum er ein fjórðing í tvørmát, og hon er eftir øllum at døma millum 50 og 100 metrar djúp.

 

Tað sigur skiparin á Høgabergi, Høgni Hansen, við Sosialin, sum er komin í hvørt hús í dag. Hann metir, at ein slík torva við makreli er millum 50.000 og 100.000 tons, og tað er ikki smávegis.

 

- Makrelurin, sum vit seinastu tíðina hava fingið á leiðini, er góður. Góðskan er fyrstafloks og makrelurin, sum verður fiskaður við nót, verður seldur til Japans, sigur skiparin.

 

Leggjast kann aftrat, at Høgaberg kom á Fuglafjørð tíðliga týsmorgunin við 1000 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað við nót á Nólsoyarbanka, og fiskurin verður landaður til Pelagos í Fuglafirði.

 

- Hetta er triði túrur við nót í november, skrivar ein av manningini, Rúni í Hjøllum, á sínari Facebook-síðu í gjár. Meira er at lesa í Sosialinum í dag um góða makrelfiskiskapin á Nólsoyarbanka.