Sjáldan hava so nógvir flokkar, gjørt so stórar brølarar, uppá so stutta tíð, sum Tjóðveldið, Javnaðarflokkrin, Sambandsflokkurin og Framsókn, tá teir gjørdu sokallaðu "makrelsemjuna".
Eitt risa mistak var at koyra 40.000 tons í eina felagskvotu, sum eyðsýnligt fór at fremja "Olympiskt fiskarí". Her verða 100 millióna virðið søplaði burtur. Skipini gera alt fyri at fiska so nógv og so skjótt sum møguligt, áðrenn felagskvotan er liðug, annars risikera tey, at hini skipini fara avstað við allara felagskvotuni.
Tá so er, so verður ikki møguligt hjá reiðaríunum at tilrættalegga fiskiskapin soleiðis, at makrelurin verður fiskaður, tá mest fæst fyri kilo.
Og tá vit tosa um 40.000.000 kg, so dugir einhvør at rokna út, hvussu nógv samfelagið kann missa, tá slíkar avgerðir verða tiknar. Hvør mist króna merkir 40 milliónir mistar fyri okkara samfelag. So her hevur samfelag okkara óivað mist millum 100 og 200 milliónir kr. í berum kleyvarskapi.
Harafturat var tað heilt órímuligt at bólka ídnaðarskip, rækjuskip og flakatrolarar saman við partrolarum og djúpvatnstrolarum. Tá føroyingar ásettu sær egna makrelkvotu mistu Ìdnaðarskip, rækjuskip og flakatrolarar virðismiklar kvotur í norskum sjógvi og ES sjógvi og við Eysturgrønland og tískil skuldu hesi skipini sjálvandi ikki bólkast saman við partrolarum og djúpvatnstrolarum, sum ikki høvdu mist nakað. Var tað býtt út á fleiri bólkar, vildi nógv størri partur, fyri ikki at siga meginparturin verðið virkaður til matna av føroyskar arbeiðsmegi og harvið givið samfelag okkara meir arbeiði og fleiri inntøkur.
Eitt annað mistak, er at undirløntir kinesarar/russarar sleppa at arbeiða markelin umborð á fremmandum skipum, og harvið taka arbeiði úr hondunum á føroyskari arbeiðsmegi. Eg undrist yvir at arbeiðarafeløgini og fiskimannafelagið lata sær hetta linda.
Tað er óskiljandi at hesir fýra flokkarnir B,C,E og Framsókn, ikki duga at síggja at hesi fremmandu reiðarí, hava allar fyrimunir at keypa makrelin á uppboðssøluini, tí lønarútreiðslurnar umborð á hesum skipum eru onki, í mun til føroysku skipini, sum hava føroyskari manning, føroyskar sáttmálar og sum gjalda skatt í Føroyum. Sama er við virkinum í Kollafirði. Hvussu kundi vinstravongurin saman við Sambandsflokkinum og Poul Michelsen fara so langt, sum at tilsíðisseta føroyska arbeiðsmegi og lata undirløntar kinesarar taka arbeiði frá føroyingum, fyri 1,70 pr. kg?
Fær Tjóðveldi framhaldandi ein niðurbundan løgmann, formannin í Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen, at halda á við slíkum uppboðssølum, so verður heilt galið. Tað kann verða endin á føroyskari fiskivinnu og byrjanin til eina niðurbræðing av føroyska vælferðarsamfelagnum.
Hvør kann hava fiskiskip í Føroyum, um allar kvotur verða seldar til fremmand skip, og hvør kann hava útróðarbátar, línuskip ella partrolarar, um allir fiskidagarnir verða seldir útlendingum?
Støðan er sera álvarsom og kemur ikki vend í nú, gerast vit trælir í egnum landi.
Vit eru øll samd um at føroyingar eiga størri makrelkvotu enn Noreg og ES hava hildið. Men í hesum ivasomu tíðum har búskapurin í Europa og USA stendur fyri hóttafalli, hevur stabilitetur i vinnuni stóran týdning og tí eiga vit við komandi samráðingar at tryggja okkum eina so góða avtalu við Noreg og ES sum møguligt, tá talan er um tey pelagisku fiskasløgini og samtíðis varðveita ella bøta um týdningarmiklu kvoturnar og rættindini í norskum sjógvi, í Norðsjónum og við Eysturgrønland. Hetta fer heilt givið at geva okkara samfelag fleiri inntøkur og vit fara ikki at koma okkum út í truplar blokadur av útflutningi okkara.
Vit eiga at býta makrelkvotuna í fleiri bólkar og vit mugu fyribyrgjað Olympiskum fiskarí.
Vit skulu miðað ímóti, at so nógv sum tilber, fer til matna
Vit skulu tryggja okkum at føroysk arbeiðsmegi ikki á nakran hátt verður fyri vanbýti.
Vit skulu hava skip undir føroyskum flaggi, við føroyskum sáttmálum, sum fiska og taka ímóti.
Vit mugu tryggja okkum at føroyska samfelagið fær so nógv burtur úr sum til ber.
Vit mugu gevast við uppboðssølu av kvotum og fiskidøgum.