Makrelkvotan veksur næsta ár

ES, Noreg og Føroyar eru samd um makrelkvotuna næsta ár, og føroyingar sleppa at fiska 7.000 tons meiri enn í ár ES, Noreg og Føroyar samdust fyrrakvøldið um, hvussu makrelkvotan næsta ár skal býtast. Semjan ber í sær, at føroyska makrelkvotan hækkar 7.000 tons næsta ár, úr 21.000 tonsum í ár upp í 28.000 tons.

Tað skrivar Vinnuvitan.

At makrelkvotan veksur 7.000 tons kann fáa sóran týdning fyri skipini. Í seinastuni hevur prísurin á makreli ligið oman fyri 10 krónur fyri kilo, so kvotuhækkingin svarar í hvussu er til einar 70 milliónir krónur.

ICES mælti til í mesta lagi 656.000 tons og strandalondini samdust um at áseta kvotuna til 605.000 tons.

Íslendingar høvdu biðið um at fáa part av makrelkvotuni, men tann spurningurin bleiv ikki viðgjørdur hesaferð.