Í morgun vóru bert 1589 tons eftir av makreli at fiska hjá føroysku skipunum.
Føroyska heildarkvotan er sløk 126.000 tons í ár, og av hesi kunnu føroyskt skrásett skip fiska 111.000 tons, meðan restin verður latin útlendskum skipum í býti við annan fisk. Men umframt tey 111.000 tonsini vóru sløk 33.000 tons eftir frá í fjør, sum vórðu løgd omaná kvotuna í ár, soleiðis at samlaða veiðinøgdin av makreli í ár er 144.000 tons hjá teimum føroysku skipunum.
- Sjálvandi er tað gott, tá alt gongur upp í eina hægri eind, sum tað hevur gjørt í ár, men júst nú hevur tað so ógvuliga nógv at siga fyri okkara samráðingarstøðu, at vit kunnu prógva, at vit megna at fiska ta kvotu, vit hava ásett. Og tað hava vit prógvað væl og virðiliga. Harafturat er makrelurin í stóran mun virkaður á føroyskum virkjum og umborð á føroyskum skipum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Umframt makrelkvotu hava Føroyar ásett sær egna kvotu av norðhavssild. Í morgun vóru 22.902 tons eftir av sild hjá føroysku skipunum at fiska.
Landskassin hevur higartil í ár fingið 126 milliónir krónur í avgjøldum frá fiskiskapinum eftir makreli og sild.
Les stórt tema um føroysku makrelveiðuna í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.