Mitt á Nyhavn í Keypmannahavn liggur Tattoo-Ole, sum er heimsins elsta tatoveringsbúð. Tað er føroyska Majbritt Petersen, ið eigur og rekur búðina, men hon verður skjótt møguliga noydd at steingja søguligu búðina.
Trupulleikin er, at eigarin av hølinum nú vil brúka hølið til sína matstovu, sum liggur á ovaruhæddini, har Tattoo-Ole heldur til.
Majbritt Petersen vil ikki finna seg í hesum, og heldur tað vera burtur við at avlíva slíka mentanarperlu í Keypmannahavn. Hon hevur í fleiri mánaðir stríðst fyri, at Tattoo-Ole kann halda fram í hølinum á Nyhavn.
Hetta hevur hon m.a. gjørt við at savna inn undirskriftir. Fleiri enn 10.000 fólk hava skrivað undir.
Í 134 ár hevur tatoveringsvirksemi verið í lítla hølinum í Nyhavn, og her hava nógv lagt leiðina framvið at fáa sær tatovering, síðan búðin lat upp í 1884.
- Eg skilji tað ikki. Vit hava ligið her í 134 ár. Vit eru ikki bara ein tilvildarlig tatoveringsbúð - vit eru søgulig. Alt hetta vil eigarin blaka burtur. Tað virkar sum, at hann ikki leggur í serligu søguna, og tað er syrgiligt, sigur Majbritt Petersen í samrøðu við danska Ekstra Blaðið.
Málið hevur verið fyri rættinum, og endaligi dómurin um framtíðina hjá Tattoo-Ole fellur í februar 2019.