Maiken rúnarbindur við vøkru rødd síni

Mushmellows er ein nýggjur bólkur, ið einans hevur spælt saman í hálvtannað ár. Stílurin er sveimandi/atmosferiskur rokkur. Løgini eru ofta merkt av fangandi gittarriffum og rúnarbindandi røddini hjá Maiken Háberg.

 Bólkurin hevur ikki verið nógv at hoyrt, hetta kemst av at onkrir av limunum eru lesandi uttanlanda. Tó hava tey vant miðvíst so ofta, sum hetta letur seg gera. Kendasti limurin í bólkinum er evnaríki trummuleikarin Hans Ovi Jóhannesen, ið vit kenna úr I AM.