Maiken Poulsen Englund hevur búð á Álandi síðani 2006. Ì grein í Ålandstidningen undrar hon seg yvir mótstøðuna, sum er á Álandi móti einum undirsjóvartunnli, ið væntandi skal gerast millum Fasta Åland og oynna Føglø.
- Hugburðurin til samfelagsmenning á Álandi og í Føroyum er ólíkur. Føroyingar eru offensivir og álendingar eru defensivir, og er hetta grundað á tjóðarhugburðin, skrivar hon millum annað.
Meðan føroyingar fegnir vilja hava bæði fjallatunnlar og undirsjóvartunnlar, fara álendingar mannsterkir av húsi og savna undirskriftir fyri at steðga fyrsta tunnlinum, ið skal gerast.
- Eg blandi meg ikki beinleiðis uppí kjakið um tunnilin. Eg vil bara vísa á, hvat eg meini liggur aftanfyri tann hugburð, sum er á Álandi, sigur Maiken Poulsen Englund.
Hon skrivar víðari, at Áland ikki hevur líka sterkan tjóðarsamleika sum Føroyar, av tí at oyggjabólkurin liggur millum tvey stór lond og ikki hevur egið mál. Eisini hevur Áland fleiri ferðir verið í kríggi, og er hetta við til at skapa tann defensiva hugburðin.
- Á Álandi hugsa fólk nógv um at varðveita, og onki ringt um tað, men her eru 6.500 oyggjar, og tey ætla at gera ein tunnil til eina oyggj - hvussu nógv kann tað oyðileggja? spyr Maiken Poulsen Englund.
Eisini verður nógv kjakast um, hvat ein tunnil ger við umhvørvið.
Bíligari enn væntað
Maiken Poulsen Englund vísir í síni grein á, at góður infrastrukturur er grundarlagið undir allari samfelagsmenning, og at ongi dømi eru um, at lond eru givin at byggja tunnlar, heldur tvørturímóti. Eisini vísir hon aftur, at tunnlar altíð gerast dýrari enn væntað.
- At kostnaðurin fyri eina tunnilsætlan altíð gerst dýrari er ikki rætt. Ein av undirsjóvartunlunum í Føroyum gjørdist bíligari enn væntað, og tey ferðandi gjørdust nógv fleiri, enn roknað var við, skrivar hon í greinini.
Afturmeldingarnar til greinina hjá Maiken hava verið nógvar. Bæði positivar og negativar.
Ein skrivar inni á heimasíðuni hjá Ålandstidningen "Væl skrivað Maiken! Tað er bara at konstatera at Føroyar hava yvirhálað okkum á teimum flestu økjum, ikki minst á sjálvstýrisøkinum. Àlendski hugburðurin: Vit vita, hvat vit hava, men ikki hvat vit fáa, er oyðileggjandi fyri samfelagið."
Ein annar skrivar at "Tíanverri Maiken - tú hevur ikki innsæð, at álendska náttúran er nógv viðbreknari enn tann føroyska. Ì Føroyum kunnu tey bara dumpa tons av gróti í Atlantshavið ... Nej tað er gott at vit hava fólk, ið kempa ímóti hesum morði, sum hetta er á okkara náttúru"
Maiken Poulsen Englund meinar, at føroyingar og álendingar kunnu læra nógv av hvørjum øðrum.
- Álendingar eru í so varnir og føroyingar eru í so váðafýsnir, høvdu vit kunna møtts á hálvari leið, hevði tað nokk verið tað besta, sigur hon.
Hvussu tað gongur við tunnlinum á Álandi, er enn óvist. Maiken vil ikki siga, at hon er fyri øllum tunlum. Hon vil bara vísa á, hvussu ymisk fólk eru, og at ein tunnil faktiskt kann vera ein møguleiki og ikki ein forðing í einum samfelagi.