Mahmoud Abbas vann

Sum væntað vann Mahmoud Abbas palestinska forsetavalið sunnudagin, men hann fær eina torføra uppgávu

Longu áðrenn valhølini lótu aftur sunnukvøldið, var greitt, at Mahmoud Abbas skuldi taka við sum palestinskur forseti eftir Yasser Arafat. Spurnarkanningar uttan fyri valhølini vístu, at hann hevði fingið umleið 70 prosent av atkvøðunum, og at tað var meiri enn tríggjar ferðir meiri enn hansara fremsti avbjóðari, Mustafa Barghouti, hevði fingið.
Eygleiðarar í Miðeystri eru á einum máli um, at palestinska forsetaembætið verður ikki nakar dansur á rósum, serliga tí at bæði palestinar og umheimurin krevja nógv av tí nývalda forsetanum.
Í fyrsta lagi skal hann fáa skil á palestinska búskapinum, sum liggur í skeljasori, og ein onnur týðandi uppgáva verður at fáa ræðið á trygdardeildunum. Hann skal eisini standa fyri samráðingunum við Ísrael um ísraelsku afturtøkuna úr Gaza-geiranum, og hann skal fáa teir víðgongdu palestinsku bólkarnar at leggja vápnini.
Sunnukvøldið royndu fleiri palestinskir talsmenn at ávara tey, sum seta nývalda forsetanum stór krøv.
? Eg havi varhugan av, at nógvir palestinar eru ov bjartskygdir í hesum døgum, segði samráðingarleiðarin hjá palestinsku myndugleikunum, Nabil Shaath, við sjónvarpið CNN. Ein av teimum fremstu palestinsku viðmerkjarunum, Ghassan Khatib, vænat heldur ikki tær storu broytingarnar í bræði.
- Tað avgerandi er, um ísraelska stjórnin vil broyta sína framferð, segði hann sunnukvøldið.
Ísrael hevur gjørt greitt, at hon fer at seta nývalda palestinska forsetanum krøv, og tað fyrsta er, at hann skal seta teir víðgongdu bólkarnar upp á pláss. Ariel Sharon, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at tað verða ongar samráðingar um frið, fyrr enn teir víðgongdu bólkarnir gevast við harðskapin-um.