Teir sjey deyðssynirnir er heitið á einum heit serstøkum listarverki, sum danski mótaserfrøðingurin Jim Lyngvild hevur gjørt.
Talan er um eina myndarøð, ið er gjørd við íblástri frá Seinastu Kvøldmáltíðini, og myndirnar eru í løtuni at síggja á listasavninum Tidens Samlig í Odense.
Ein av teimum sjey monnunum á myndunum er 36 ára gamli Magnus Elisson, sum er úr Funningsfirði men býr í Danmark.
- Unnusta mín hevði sæð á netinum, at Jim Lyngvild leitaði eftir modellum, og tað var soleiðis, henda verkætlanin byrjarði, sigur Magnus Elisson og heldur fram:
- Jim Lyngvild segði seg hava brúk fyri einum mannfólki, sum hevði útsjónd sum Jesus. Eg havi langt hár og skegg, og ja, soleiðis fekk eg tann leiklutin, sigur Magnus Elisson um ta heldur annarleiðis upplivingina at vera modell.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Magnus Elisson greiða frá, hvussu tað var at vera partur av listarverkinum hjá Jim Lyngvild.