Magnus Tausen fyribilsstjóri á Sernám

Magnus Tausen er settur sum fyribilsstjóri á Sernámi tað, ið eftir er av skúlaárinum 2017.

 

Tað váttar hann fyri in.fo í dag.

 

- Tað er rætt, at eg eri fyribilsstjóri á Sernámi. Vit komu í eina løgna støðu, har stjórin var sjúkrameldað tað, ið er eftir av skúlaárinum. Áðrenn tað var varastjórin eisini farin í farloyvi í eitt ár, og tí var eingin leiðsla á stovninum, sigur Magnus Tausen.

 

Magnus Tausen starvast dagliga sum fulltrúi á Stýrisdeilini á Mentamálaráðnum.

 

Magnus Tausen avsannar, at stjórin er uppsøgd og vil heldur ikki viðmerkja, um sjúkrafarloyvi er vegna starvsumstøður á stovninum.

 

- Hetta er lógligt forfall á tann hátt, at eingin er koyrdur frá ella biðin um at fara. Støðan kom brádliga og tí bleiv valt at seta eitt leiðslutoymi av fulltrúm frá Mentamálaráðnum, ið skal tryggja, at arbeiðið á Sernám verður koyrandi skúlaárið út, sigur Magnus Tausen.

 

Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung upp til 18 ár, kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kroppsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.