Magnus Svarthamar 25 ár hjá Kvívíkar kommunu

25 ára starvsdagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familjuni á skrivstovuni hjá kommununi.

 

Hin 9. januar í ár vóru liðin 25 ár, síðan Magnus Svarthamar varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.

 

- Magnus hevur verið partur av arbeiðstoyminum hjá kommuni øll árini. Eftir 25 árum í starvi, hevur Magnus eina stóra vitan á nærum øllum kommunalum viðurskiftum.

 

Tað siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Árini 2008 til 2012 var hann í bygdaráðunum, og í mai 2022 varð hann settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi.

 

25 ára starvsdagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familjuni á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu.

 

Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, segði nøkur orð á hátíðarløtuni og handaði Magnusi blómur og gávu.

 

- Vit ynskja Magnusi Svarthamar hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, siga tey í Kvívíkar kommunu.