Magnus sigur eisini »nei til flóttafólk«

Løgmaður sigur »nei«. Fólkaflokkurin sigur »nei«. Jenis og andstøðan siga »ja«

Jenis av Rana sigur »ja«, og tað ger Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost eisini.

 

Men lítið bendir á, at nøkur flóttafólkafamilja kann vænta sær hjálp úr Føroyum.

 

Løgmaður og Fólkaflokkurin siga, at vit skulu »hjálpa á staðnum«, uttan at greiða nærri frá, hvat tað merkir.

 

Í Degi og Viku í kvøld segði Magnus Rasmussen, nýggi landsstýrismaðurin í integratiónsmálum, at hann hevur noterað sær tað, sum løgmaður og hevur sagt, og tað sum Fólkaflokkurin meinar. Tí fer hann ikki at arbeiða fyri at fáa til dømis eina afganska flóttafólkafamilju til Føroyar.

 

Bakkafrost og Regin Jacobsen vóru við til at hjálpa eini familju úr gamla Joguslavia til Føroya í 2000. Familjan er enn í Føroyum, og onkur teirra arbeiðir enn á Bakkarfrost, og tey hava trivist sera væl í Føroyum. Regin Jacobsen segði, at uttan fremmandafólk, so hevði Bakkafrost havt stórar trupulleikar. Hann heldur, at Føroyar væl kunnu hjálpa flóttafólki. Um vit so bara taka eina familju, so eiga vit at gera tað, segði hann í Degi og Viku í kvøld.

 

Við Sosialin í dag sigur Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, at talan er um ein alheimstrupulleika, sum vit mugu vera við til at loysa.

 

– Vit eru ein partur av alheiminum í øllum málum. Vit kunnu ikki bara taka fyrimunirnar, men mugu eisini taka teir møguligu vansarnar, sum fylgja við, tá man tekur ábyrgd, sigur Jenis av Rana.

 

– Vit eru sloppin undan at taka ímóti flóttafólki, meðan nógv onnur lond er um at hokna. Vit liva í einum smørholi, har vit hava tað gott, men vit hava skyldu til at hjálpa, har vit kunnu, sigur Jenis av Rana.

 

Magnus Rasmussen segði í Degi og viku, at hann fer at arbeiða við at fáa integratiónslógina at virka, og bara fer at hugsa um tey fremmandu fólk, sum longu eru í Føroyum. Hann fer einki at gera fyri at bjóða Føroyar fram at taka ímóti flóttafólki, heldur ikki einari familju.

 

So boðskapurin frá landsstýrinum er rímuliga greiður – eins og eitt av størstu vallyftunum hjá Fólkaflokkinum eisini var:

 

»Nei til flóttafólk!«