Magnus setti fimm met

Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, var sera eyðsýndur við nøkrum nýggjum føroyskum metum um vikuskiftið

Magnus Jákupsson legði nógv fyri á Oyggjaleikaúttøkustevnuni í Gundadali um vikuskiftið. Ungi havnarmaðurin setti ikki færri enn fimm føroysk met.
Tað var í bólkunum 200 metra ryggsvimjing, 100 metra ryggsvimjing, 100 metra firvald, 50 metra firvald og juniormet í 100 metra frí. Greiðar ábendingar um ein svimjara, sum væntandi fer at gera um seg á Oyggjaleikunum í summar.

Hilnaðist væl
Í alt hilnaðist Oyggjaleikaúttøkustevnan sera væl. Fleiri nýggj føroysk met vóru sett. Føroysk svimjing buldrar avstað í løtuni, og spurningurin er bara, hvør næsti føroyingurin verður, sum fer at eiga virknan leiklut millum heimsins bestu svimjarar.