- Eg gjørdist sera glað, tá eg sá, at viðkomandi pedagogur var ákærdur, men eg visti ikki, um eg skuldi grína ella gráta tá eg sá, at bótin bert gjørdist 800 krónur, sigur Lív Durhuus, ið er mamma Magnus.
Hon helt lítið um grundgevingina hjá ákæruvaldinum um, at pedagogurin ikki hevði til ætlan at skaða dreingin.
- Hvat so, um tú drekkur ov nógv, men kortini fer í bilin og koyrir onkran yvir? Tað verður nógv harðari revsað, hóast viðkomandi ongar ætlanir hevði um, at slíkt skuldi henda, sigur Lív Durhuus.
Hon sigur, at Magnus er sálarliga ávirkaður av hendingini.
- Eitt er, at partur av andlitinum ikki verður púra grøtt aftur. Nakað annað er, at hann er sálarliga ávirkaður av hendingini. Nú ein dagin sá hann royk aðrastaðni í gøtuni og helt beinanvegin, at eldur var í. Eg royndi at ugga hann við, at talan bert var um royk úr einum skorsteini, men hann bleiv við at siga, hvat nú um eldurin kemur til okkara hús eisini, sigur Lív Durhuus.
Men tað er ikki bara Magnus, ið er ávirkaður av hendingini.
- Eg eri sjálv eisini sálarliga ávirkað. Eg eri bangin frá tí tey fara í skúla, til tey eru heima aftur, sigur Lív Durhuus.
Frítíðarskúlan hevur hon ikki so nógvar tankar um longur.
- Eg meldaði børnini úr frítíðarskúlanum stutt eftir hendingina, sigur Lív Durhuus.