Magnus Rasmussen atkvøddi ímóti lógini um gongd í haga

Hóast Sambandsflokkurin tekur sær heiðurin av at hava fingið málið um gongd í haga á beint, so er flokkurin ikki samdur um málið

Fyrrverandi landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum í ferðavinnumálum, Magnus Rasmussen, er ikki samdur við sín egna flokk og samgonguna um málið um burðardygga ferðavinnu, sum varð samtykt í Løgtinginum í dag

Tá lógin um burðardygga ferðavinnu var til 3. viðgerð í Løgtinginum í dag varð málið samtykt við 23 atkvøðum fyri og 8 ímóti. Tey, sum atkvøddu fyri, vóru øll samgongufólkini úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn og seks tingfólk úr Sambandsflokkinum. Hin sjeyndi var fyrrverandi landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Magnus Rasmussen, sum saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum atkvøddi ímóti uppskotinum. Hann atkvøddi hinvegin fyri fimm broytingaruppskotum hjá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, sum í høvuðsheitum høvdu sum endamál at tryggja bóndum rættin til at taka gjøld.

Tá málið varð endaliga samtykt sendi Sambandsflokkurin út tíðindaskriv, har flokkurin ikki smæðist yvir sín ognarlut í semjuni við samgonguna:

»Sambandsflokkurin kollvelti uppskotið. Lógin um burðardygga ferðavinnu vendir nú rætt. Stórmálið um “gongd í haga” er nú loyst«, skrivar Sambandsflokkurin millum annað í tíðindaskrivinum. Sambandsflokkurin skrivar víðari:

– Vinnunevndin, har Sambandsflokkurin hevur leiðsluna, hevur broytt uppskotið nógv, síðani tað varð lagt fyri Løgtingið í mars mánaði, og úrslitið er ein lóg í breiðari semju, sum gevur góðar møguleikar at menna føroyska ferðavinnu víðari, skrivar Sambandsflokkurin.

Samgonguumboðini við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í ferðavinnumálum á odda, siga seg eisini fegnast um málið, sum er samtykt við atkvøðunum hjá samgongutingfólkunum og seks umboðum úr Sambandsflokkinum. Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti uppskotinum.

Her sæst atkvøðugreiðslan við 3. viðgerð í Løgtinginum í dag:

##med2##

##med3##

 

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum í ferðavinnumálum, Magnus Rasmussen, er ikki samdur við sín egna flokk og samgonguna um málið um burðardygga ferðavinnu, sum varð samtykt í Løgtinginum í dag