Magnus Jákupsson setti aftur í dag nýtt føroyskt met í EJM kappingini í Beograd. Hesa ferð setti hann met í 50m frí. Eisini Birita Debes setti nýtt met í firvaldasvimjing.
Hann er bara 16-ára gamal, men hevur longu sett fleiri føroysk met seinast vikurnar. Fyrst á oyggjaleikunum á Isle of Wight og nú til EJM kappingina í Beograd. Í morgun svam hann 50m frí upp á 23.90, sum er væl yvir eitt hálvt sekund skjótari enn føroyska metið. Gamla metið hevði Kristian Olsen, sum var 30.63. Samanlagt bleiv Magnus nummar 26 av 53 luttkarum, skrivar svimjing.com.
Birita Debes setti eisini nýtt met í firvaldasvimjing í morgun. Hon kom á mál við tíðini 30.46. Gamla metið átti hon sjálv, sum var 30.63. Birita bleiv nummar 46 av 52.