Á samkomuni helt Magnus sjálvur talu, har hann segði frá um tíðina, hann hevði arbeitt á fyritøkuni og tær ómetaliga stóru broytingarnar, sum vóru farnar fram hesi árini.
Stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag, segði eisini nøkur orð og handaði honum gávu frá fyritøkuni og eina "belønningsmedalje" sum hann hevði fingið frá drotningini fyri langa og trúgva tænastu.
Magnus fekk eisini gávur og heilsanir frá starvsfólkunum.