Í heyst skrivaði Tórshavnar Big Band út verkakapping. Magnus Johannesen og Dania O. Tausen vunnu kappingina við lagnum Buksurnar á, sum var ein sang duett, sum Dania Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge sungu.
Tórshavnar Big Band skrivaði í lýsingini av verkakappingini, at eitt av endamálunum við kappingini var at stimbra um føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu. Harumframt ynskti orkestrið eisini fáa fleiri løg við sangi til orkestrið.
Millum krøvini til verkini vóru millum onnur, at tað ikki hevði verið framført áður, at tað skuldi vera millum tríggjar og fimm minuttir til longdar, at verkið skuldi vera við sangi, og at teksturin skuldi vera á føroyskum, antin tøkutekstur ella upprunatekstur.
Í gjár var stóra konsertin í Norðurlandahúsinum sum partur av Vetrarjazz festivalinum har hesi átta verk vórðu framførd. Tónaskøld og rithøvundar vóru:
Tornarunnir Tankar
Tónaskald: Magnus Johannesen, Rithøvundur: Dania O. Tausen
Buksurnar á
Tónaskald: Magnus Johannesen, Rithøvundur: Dania O. Tausen
Nýggja árið
Tónaskald: Rógvi á Rógvu, rithøvundur: Rógvu á Rógvu
Sólsetur
Tónaskald: Andras S. Olsen, Páll Sólstein: rithøvundur J. Djurhuus
Skutarin
Tónaskald: Atli K. Petersen, rithøvundur: Marita Petersen
Manarin
Tónaskald: Heðin Z. Davidsen, rithøvundur: Hans Jacob Kollslíð
Burtur
Tónaskald: Herluf Lutzen, rithøvundur: Kinna Poulsen
Vælkomin heim
Tónaskald: Ólavur Gaard, rithøvundur: Martin Joensen
##med2##
Úrslitið gjørdist, at Magnus Johannesen og Dania O. Tausen vunnu kappingina við lagnum Buksurnar á, sum var ein sang duett, sum Dania Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge sungu.
Á øðrum plássi kom lagið hjá Herlufi Lutzen og Kinnu Poulsen við heitinum Burtur, sum Olvheðin Jacobsen sang
Á triðja plássi kom lagið hjá Rógva á Rógva við heitinum Nýggja árið, sum James Olsen sang.
Við siðrinum fylgir ein vinningur. Fyrsta virðisløn er 30.000 kr Onnur virðisløn er 15.000 kr og triðja virðisløn er 5.000 kr.