EB/Streymur boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Magnus Janskor. 23 ára gamli gøtumaðurin hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri kappingarárið 2019, skrivar felagið á heimasíðuni.
- Magnus er ein spennandi frammrættaður leikari, ið er uppvaksin í Víkingi. Hann hevur øll árini, burtursæð frá seinnuhálvu í 2017 tá hann spældi ÍF, spælt við Víkingi. Higartil er tað blivið til 55 dystir og fimm mál í Betri deildini, og 11 steypadystir og fýra mál. Eisini hevur hann spælt 136 í næstbestudeildini, har hann hevur skotið 44 mál, skrivar felagið.
EB/Streymur hevur í ár nýggjan venjara í Jákupi Martin Joensen.