Magnus Jákupsson danskur meistari

Magnus Jákupsson er danskur meistari í 200 metra ryggsvimjing

Magnus Jákupsson varð nú seinnapartin danmarksmeistari í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 1:54.90, greitt frammanfyri næstskjótasti Anders Jensen á 1:56.87 og triðskjótasti Mads Knoblauch á 1:58.29, skrivar svimjing.com.

 

 Tað var ongantíð nakar ivi um at Magnus fór at vinna, tí hann førdi frá fyrsta floyti og inntil síðsta innslag. Magnus kláraði eisini lættliga donsku kravtíðina til EM 2013 í Herning, sum er 1:55.27, og burdi tí heilt sikkurt verið við á liðnum hjá teimum har, nú í desember, skrivar svimjing.com.

 

Tíðin 1:54.90 er eisini greitt skjótasta tíð sum Magnus hevur svomið á teininum, haldi at skjótasta áðrenn hetta var 1:57.33 frá hesi stevnu í fjør, skrivar heimsíðan at enda.