Í góðveðrinum í gjár kom okkara “grand old man” - Magnus Heinason - aftur av síni seinastu ferð á Føroyabanka, har hann hevur verið so mangar ferðir áður.
Tað eru heystyvirlitstrolingar, sum skipið hevur gjørt hesaferð, har kannað verður, hvussu fiskurin á Føroyabanka hevur tað. Seinni árini hevur nógv hýsa verið á Bankanum.
Aftur hesaferð er staðfest, at nógv hýsa er á Føroyabanka, men heldur lítið av toski, tó at toskurin á Bankanum hevur verið í menning. Tað fara vit at frætta nærri um seinni.
Fiskur av Føroyabanka er tiltikin góður. Aftur hesaferð verður høvi hjá fólki at smakka toskin á matstovuni Barbaru, sum fer at hava tosk á matarskránni hesa vikuna.