Tey seinastu nógvu árini hevur Magnus Heinason ligið mitt um veturin.
Tað boðar Havstovan frá beint nú.
Hetta er ein liður í sparingum, og eisini tí at hesa árstíðina verða kanningarnar ofta nógv darvaðar av veðri.
Í ár byrjaðu kanningarnar hálvan februar við Standardhydrografi. Hesar kanningar verða gjørdar fýra ferðir um árið fyri at fylgja við broytingunum í hita, salti og gróðri í havinum kring Føroyar.
Hesir túrar eru eisini liður í fleirtjóða kanningum, sigur Havstovan.