Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er nú á sínum allar seinasta túri á Føroyabanka, har tey gera heyst yvirlitstrolingar.
Upprunaliga skuldi túrurin verið gjørdur nakað fyrr, men skipið fekk tekniskar trupulleikar og fór tískil seinni avstað enn ætlað.
Vanligt er, tá yvirlitstrolingar verða gjørdar, at ávíst tal av tóvum verður gjørt, og hesi verða gjørd á somu leiðum hvørt vár og heyst.
Á túrinum hjá Magnusi Heinasyni hesaferð verða helst ikki stundir at gera øll tóvini.
Sum skilst, hevur verið væl av hýsu at fingið, og nakað er eisini komið av toski og øðrum fiskasløgum. Fiskurin á Bankanum er feitur.
Á matstovuni Barbaru plaga tey at borðreiða við fiski av Føroyabanka, tá Magnus Heinason kemur inn aftur, og soleiðis verður eisini hesaferð.
Ætlanin er, at Barbara frá komandi týsdegi fer at hava tosk og hýsu av Føroyabanka á síni høvuðsmatarskrá í nakrar dagar.
Vegna covid-19 støðuna verður talið av fólki, sum kann verða á matstovuni í senn, avmarkað, og tí kann tað vera eitt gott hugskot at biðja um pláss í góðari tíð.
##med2##












