Á seinasta løgtingsvali varð Magnus Rasmussen valdur á ting, og tá hann læt seg stilla upp, boðaði hann samstundis frá, at varð hann valdur, fór hann at taka tingsessin og sleppa borgarstjórasessinum í Runavíkar kommunu.
- Eg eri púra avkláraður, nú eg um tríggjur vikur ikki eri borgarstjóri meira. Tað hevur verið ein forrættur at sleppa at stjóra kommununi hesi árini, og eg eri ómetaliga glaður fyri hesa tíðina.
Hann sigur seg onga løtu ivast í, at kommunan framhaldandi verður í góðum hondum, tí hann hevur fult álit á teimum, sum taka yvir.
Magnus sigur, at enn er hann so nýggjur á tingi, men hann heldur, at tað er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman.
- Eitt er, at vit sita í andstøðu á tingi, men tað er nú einaferð soleiðis, at man skal byrja onkustaðni, og eg ætli mær at arbeiða konstruktivt í landspolitikki - antin tað er í andstøðu ella samgongu.
Hann vísir á, at royndirnar sum borgarstjóri hava givið sær eina góða barlast, og hann kennir seg rímiliga væl brynjaðan til arbeiði á Føroya løgtingi, tó at her eru nógvar mannagongdir at seta seg inn í.
- Eg fari eisini at hava fingurin á pulsinum við teimum verkætlanum, sum eru settar út í kortið á Føroya løgtingi og sum hava við Skálafjørðin og Eysturoynna at gera. Soleiðis fari eg við stórum áhuga at fylgja verkætlanini við Skálafjarðartunlinum, sigur Magnus Rasmussen.