Magni við aftur

Hvørki B68 ella EB/Streymur hava stórvegis mannfall undan dystinum teirra millum. Hjá EB/Streymi er Magni á Lakjuni tøkur aftur eftir leikbann, men Andrzej Pacek er langtíðarskaddur.
Hjá B68 er einki leikbann, og annars er bert talan um smáskaðar hjá nøkrum leikarum. Venjararnir báðir hava tí stórt sæð sterkastu manning at taka av.
Fyrri dysturin millum EB/Streym og B68 endaði við javnleiki 2-2.