Magni tímir ikki meira

Við Dag & Viku í kvøld segði Magni Laksafoss, at hann ikki longur kann taka undir við tí, sum fer fram í fíggjarlógararbeiðinum. Sum fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Magni Laksafoss sítt stóra orð at siga í Sambandsflokkinum, og tí er einki at ivast í, at tað kemur illa við, nú hann sigur, at fíggjarlógararbeiðið er farið somikið av kós, at hann ikki longur kann taka undir við hesum.

Og á fundi á Hotel Vágum hevur Magni Laksafoss boðað løgmanni frá síni støðu.

Tað eydnaðist tó ikki Sjónvarpinum at fáa viðmerking um málið frá løgmanni.