Hann hevur roynt meiri enn tey flestu, Magni Mohr.
Í fýra ár var hann knýttur at Juventus í einum tíðarbili, tá felagið vann trý meistaraheiti og tvær steypafinalur umframt at felagið leikti seg í finaluna í Champions League.
Og nú er fysiski venjarin knýttur at einum av heimsins størstu feløgum, Chelsea.
- Tað eru tvey ár síðani, at eg varð kontaktaður av Chelsea. Fysiska toymið, ið eg eri knýttur at í Danmark hevur ógvuliga gott orð á sær, og tað var tann vegin, at eg kom í samband við Chelsea, sigur Magni Mohr.
Hann byrjaði meðan Avram Grant var venjari í Chelsea, og hann hevur verið knýttur at felagnum líka síðani.
Upprunaliga var hugsanin at eygleiða, hvussu leikararnir fluttu seg í dystunum og síðani at gera tað um til fysiologi.
- Nógv feløg sita inni við einari rúgvu av praktiskari vitan, men trupulleikin er at fáa tað umskipa til fysiologi, og tað er sum regul har, eg komi inn í myndina, sigur magni Mohr.
Hann hevur í mong ár granska í fótbóltsfysiologi, við testing og við dystaranalysu.
- Um tú hyggur eftir einstøku leikarunum, so er tað øgiligur munur á, hvussu leikarar flyta seg undir einum dysti, og tí verður eisini farið meiri og meiri burtur frá at venja fólk í bólkum, og meiri og meiri farið yvir til at venja leikararnar individuelt, sigur Magni Mohr.
Millum stórar stjørnur
Granskingarteamið, sum Magni Mohr er partur av í Keypmannahavn, er heilt greitt tað førandi innan fótbóltsfysiologiina, og er tí kent runt um í heiminum. Og tað var eisini tann vegin, at Magni Mohr kom í samband við Chelsea.
- Teir hava eina Sports Science deild sum alla tíðina heldur seg uppdateraða við nýggjasta rákinum innan venjing, og feløg gerast alt meiri vitandi um, at tað er neyðugt at halda seg ajour við nýggjastu venjingarhættirnar, sigur Magni Mohr.
Hann hevur gjøgnum tíðirnar roynt mangt og hvat og hevur umframt at verið fysiskur venjari hjá fleiri føroyskum feløgum eisini verið knýttur at danska landsliðnum og donskum superligaliðum. Men hann hevur ongantíð verið veruliga knýttur at føroyska landsliðnum.
- Eg gjørdi einaferð nakrar testir av føroyska landsliðnum meðan Jógvan Martin Olsen var venjari, men annars havi eg ikki verið knýttur at landsliðnum, sigur Magni Mohr, sum ikki hevur nakra frágreiðing um hví.
Hinvegin verður trupult at koma hægri upp á stigan hvat fótbólti viðvíkur. Hann er knýttur at Chelsea, sum er eitt hitt størsta felagið í heiminum við stórum stjørnum so sum Didier Drogba, Frank Lampard, Michael Ballack og Michael Essien á liðnum, og enska kappingin verður millum manna mett sum hin besta í heiminum.
- Tað er so spurningurin, um eg skal brúka mína tíð í føroyskum fótbólti, sigur Magni Mohr.
Chelsea eitt dreymastarv
Enskur fótbóltur hevur størri áhuga millum manna enn italskur fótbóltur, men í botn og grund er tað nakað av tí sama, sum Magni Mohr ger í Onglandi, sum hann gjørdi í Italia.
Hinvegin gongur Magni Mohr ikki so høgt upp í hvør tað er, hann arbeiðir við.
- Nei, tað leggi eg ikki so nógv í, teir eru jú allir menniskju. Men tað kann jú verða stuttligt, tá eg síggi ein dyst, at kunna siga, at handan og handan leikaran kenni eg væl, sigur Magni Mohr.
Í løtuni er Magni Mohr í Føroyum, men hann er knýttur at Chelsea hetta kappingarárið út. Hvussu so sær út frameftir, veit hann ikki nakað ítøkiligt um enn.
- Eg havi fleiri tilboð upp á hondina, serliga frá norðurlendskum feløgum, men eg havi ikki tikið støðu til nakað enn, sigur Magni Mohr.
Hinvegin dylir hann ikki fyri, at ynski er at sleppa til eitt felag á Chelsea-støði fulla tíð.
- Tað, sum hevur týdning fyri meg er, at sleppa til eitt felag, har eg kann nýta mína útbúgving fult og heilt, sigur Magni Mohr.
Í løtuni arbeiðir hann eftir einari konsulent avtalu, men hann dugir kortini ikki at siga nakað um, hvørt ein slík avtala verður longd, tá hetta kappingarárið er av.
- Tað er væl ein spurningur um, hvørt eg geri mítt arbeiði til lítar, sum verður avgerandi fyri, um eg haldi fram í Chelsea ella ikki. Tað veit eg einki um nú, so tað fæar man so at síggja, sigur Magni Mohr.
Millum heimsstjørnur
Hann sigur, at Chelsea hevur eina góða filosofi.
- Tað er sjálvandi eisini ein prestiga í at vera har. Allur tann fysiski parturin er púra leysur av venjingini annars og tí ger tað ongan mun, hvør venjarin er í so máta, sigur Magni Mohr.
Í fleiri feløgum er annars vanligt, at tá ein nýggjur venjari kemur til, hevur hann ein stóran stab av egnum fólki við sær, og so skal øll venjingin leggjast um. So er ikki í Chelsea.
- Tann parturin er ógvuliga stabilur, og tí er tað so frálíkt at vera har, sæð út frá mínari støðu, sigur Magni Mohr.
Hann ferðast dagliga millum leikararnar, men annars er tað mest hjálparvenjararnar og fysiska venjaran umframt managaran, ið eg havi mest við at gera, sigur Magni Mohr.
Hann er í løtuni heima í Føroyum, men skal niður aftur til London og Chelsea í vikuskiftinum. Og har gongur hann so millum nakrar av størstu fótbóltsstjørnunum í heiminum.










