Magni og Sonni eru farnir hvør til sítt

Og borgarstjórin er nú á lista saman við einum, sum fyri fýra árum síðani varð valdur á triðja listanum

Tað vendir nógv øðrvísi undan býráðsvalinum í Fuglafirði, enn tað gjørdi, tá ið býráðsval var fyri fýra árum síðani.

Fyri fýra árum síðani vóru tríggir listar á kommunuvalinum í Fuglafirði. Aftur í ár eru tað tríggir listar, men tað eru fleiri broytingar sammett við í 2016.

Ein broyting er, at Sigurð S. Simonsen, sum fyrstu ferð varð valdur í 1992 og hevur verið býráðslimur síðani og borgarstjóri frá 2001 og fram til 2012, ikki er uppstillaður.

Ein onnur broyting er, at listi D ikki er til longur og at nýggjur listi, listi Á, bjóðar seg fram.

Á valinum fyri fýra árum síðani vunnu teir tríggir listarnir, B, D og F, trý umboð í býráðið hvør.

Á lista B vórðu Edva Jacobsen, Eyðun á Lakjuni og Sigurð S. Simonsen vald.

Á lista D vórðu Sonni á Horni, Árant Berjastein og Magni Jøkladal valdir.

Á lista F vórðu Eivin Breiðaskarð, Kristian Petersen og Ólavur Larsen valdir.

Tey seks á lista D og F skipaðu samgongu og valdu Sonna á Horni til borgarstjóra. Hann hevði tá verið borgarstjóri í fýra ár.

Tríggir býráðslimir bjóða seg ikki fram aftur. Umframt Sigurð S. Simonsen eru tað Kristian Petersen og Árant Berjastein.

Nú er Sonni á Horni uppstillaður á nýggja lista Á. Saman við honum á listanum er eitt nú Ólavur Larsen, sum fyri fýra árum síðani varð valdur á lista F.

Magni Jøkladal, sum varð valdur saman við Sonna á Horni og Árant Berjastein, er nú uppstillaður á lista B saman við eitt nú býráðslimunum Edvu Jacobsen og Eyðuni á Lakjuni.

Tann einasti av teimum trimum, sum fyri fýra árum síðani varð valdur á lista F, og sum framvegis er á listanum, er Eivin Breiðaskarð.

 

Býráðið í Fuglafirði, sum varð valt í 2016

 ##med2##