Nýggja útgávan hjá Magna Christiansen er á trappuni, sum tikið verður til.
Her syngur hann kendar countrysangir. Hann hevur verið í Írlandi, har innspælt er saman við dugnaligum tónleikarum.
Fløgan kallast I´m Just Me. Á nøkrum løgum syngur Magni saman við øðrum sangarum. Til dømis pápa sínum og saman við Halli Joensen. Lagið The Fightin' Side of Me syngja Magni og Hallur, og hetta lag er longu tókt á t.d Spotify.
Eisini syngur Magni eitt lag hjá Beatles saman við kenda seksti- og sjeytiárabókinum úr Vestmana, Thunderbirds.
Næstu dagarnar ber til at halda eygu og oyru opin, tí tilfar av fløguni verður t.d. lagt á youtube.
Hjá teimum, ið minnast tá Magni byrjaði sína leið innan tónleikin, er óivað áhugavert, at Magni á nýggju útgávuni syngur eitt lag saman við Róin Siggertsson.
Sum blaðungir løgdu teir til brots, og spældu undir navninum Róin og Magni. Seinni fóru teir tó hvør sína leið, eisini tá tað snýr seg um hvat tónaleikaslag teir løgdu seg eftir. Magni sang country, ofta við andalgum innihaldi, meðan Róin, undir navninum Rowan, fór at spæla meira funk-rock kendan tónleik.
Nú hava teir so funnið saman aftur á einum sangi á nýggju útgávuni hjá Magna, ið verður útgivin ein av komandi døgunum.
- 16 sangir eru á útgávuni, ið fæst sum fløga og vinyl. Eisini er T-skjúrta gjørd, sigur Magni Christiansen.
##med2##