Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, váttar at hann vrakaði eitt tilmæli frá setanarbólkinum um at velja Berg Poulsen til nevndarformann í Atlantsflog.
Sambært Johan Dahl fekk hann fyrst eitt tilmæli frá setanarbólkinum, sum skjeyt upp at Bergur Poulsen skuldi veljast til nevndarformann á aðalfundinum hjá Atlantsflog 8. mars í fjør. Tilmælið fekk hann 18. februar í fjør.
- Eg góðtók ikki hetta tilmæli og bað setanarbólkin fara heim og gera sítt arbeiði av nýggjum, sigur Johan Dahl.
Les eisini: Bergur skuldi vera nevndarformaður
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fýlist á, at setanarbólkurin ikki gjørdi sína innstilling í samráð við høvuðspartaeigaran, sum er Vinnumálaráðið.
- Eg kontaktaði sjálvur Niels Mortensen og bað hann til formann. Hann hevur teir eginleikar, sum vit í Vinnumálaráðnum ynsktu, sigur Johan Dahl.
Í síðstu viku váttaði Bergur Poulsen fyri tíðindaportalinum in.fo, at hann av setanarbólkinum varð spurdur, um hann hevði hug at gerast nevndarformaður í Atlantsflog. Bergur Poulsen játtaði at átaka sær uppgávuna.
Les eisini: Landsstýrismaðurin vildi hava Niels
Landsstýrismaðurin vísir hinvegin á, at samskiftið við setanarbólkin virkaði langt frá eftir ætlan.
- Tað er langt úti, at setanarbólkurin soleiðis stillar fólki í útsigt, at tey skulu gerast nevndarformaður í Atlantsflog, tá tað also er høvuðspartaeigarin, sum bestemmar, sigur Johan Dahl og heldur fram:
- Tað er somuleiðis langt úti, at táverandi stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, longu 6. februar kundi upplýsa fyri mínum aðalstjóra, at Bergur Poulsen skuldi gerast nýggjur nevndarformaður. Tá hevði eg sum høvuðspartaeigari einki fingið at vita um nakra innstilling, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg snøgt sagt ikki kunna liva við, at Bergur Poulsen varð valdur til nevndarformann.
- Sum høvuðspartaeigari kundi eg ikki forsvara, at Bergur Poulsen varð valdur til nevndarformann í Atlantsflog. Hansara kennskapur til nú fyrrverandi stjóran var snøgt sagt ov stórur, sigur Johan Dahl og sipar til, at Bergur Poulsen og Magni Arge eitt nú sita í nevnd saman í Føroya Arbeiðsgevarafelag og annars kennast væl privat.
Hoyr eina longri samrøðu við Johan Dahl við at trýsta á pílin undir myndini.