Magni nærkast nýggjum flokki

Sunnudagin er eitt ár farið, síðan tingmaðurin Magni Laksáfoss tók seg úr Sambandsflokkinum og bleiv leysgangari á tingi. Men tað verður neyvan leingi aftrat. Tað sigur høvuðspersónurin sjálvur, ið upplýsir, at nú nærkast, at hann kann gerast limur í einum nýggjum flokki.


- Tá eg meldaði meg úr Sambandsflokkinum tók eg bara støðu til, at fara úr honum. Eg tók ikki støðu til at fara inn í nakran annan. Síðan havi eg tosa við flokkarnar fyri at vita, hvat eg ynski. Síðstu mánaðirnir hevur valið verið millum tveir flokkar, men nú er tað komið har til, at nú veit eg, hvar eg vil, sigur Magni Laksáfoss.


Magni Laksáfoss ynskir ikki at upplýsa hvønn flokk  talan er um, men sigur, at tað tykist at eingin forðan er fyri, at hann kann gerast limur í flokkinum.


- Soleiðis sum eg havi fatað støðuna, so er eingin trupulleiki millum meg og flokkin, um at eg kann koma upp í flokkin, staðfestir tingmaðurin.


Spurdur um hví hann so ikki bara meldar seg inn í flokkin, nú tað einans eru nakrir fáir mánaðir til val, svarar Magni Laksáfoss, at tað er ymiskt í tinginum, ið hann ynskir avgreitt fyrsti


- Tað veldst um nøkur ting, ið eg ikki eri harri yvir. Tað hevur verið trupulleikin alla tíðina. Um tað var upp til mín, so var hetta langt síðan hent. Tað sum liggur ímillum er, at eg ynski at fáa nøkur mál ígjøgnum í tinginum. Tað skal avgreiðast áðrenn eg fari upp í flokkin, svarar Magni Laksáfoss.