Sunnudagin tapti Deportivo La Coruna 4-2 fyri FC Barcelona. Úrslitið hevði við sær, at FC Barcelona vann meistaraheitið, meðan Deportivo La Coruna endaliga flutti niður, eftir at hava verið í niðurflytingarvanda tað mesta av kappingarárinum.
Sum In.fo hevur skrivað um fyrr, so er Magni Mohr ein stórur partur av venjaratoyminum hjá Deportivo La Coruna, har kendi fyrrverandi hollendski fótbóltsspælarin, Clarence Seedorf, er venjari. Magni Mohr vónar, at samstarvið heldur fram.
- Hendan uppgávan verður fyribils liðug fyri mítt viðkomandi við kappingarenda, so fáa vit at síggja hvat framtíðin hevur at bjóða. Eg eri ikki liðugur at arbeiða í toppfótbóltinum, og eg vænti tað er sannlíkt, at eg komi at arbeiða saman við Clarence Seedorf einaferð í framtíðini,sigur Magni Mohr við Sosialin, sum kemur á gøturnar í dag og verður borin út í hvørt hús.
Hann lýsir Clarence Seedorf sum avbera góðan, málrættaðan og gjøgnumførdan venjara, sum tó eisini er sinnaður at lurta eftir serfrøðini.
- Sum fótbólturin broytist í løtuni, so verður samanspælið milllum mín leiklut og ein venjara bara størri og størri. Hann er ein venjari, sum er sinnaður at lurta og stóla upp á tey tingini, sum vit koma við. Tað hevur nógv at siga fyri meg, tí annars gevur mítt arbeiði ikki meining, sigur Magni Mohr.
Hann leggur afturat, at toppfótbóltsumhvørvið er lokkandi, men ásannar eisini, at tað er ein belastandi verð, har tað altíð er trýst á.
(Les alla samrøðuna við Magna Mohr við Sosialinum, sum er komin á gøturnar í dag)