Magni Laksáfoss vart ph.d. um føroyska búskapin

Í gjár vardi Magni Laksáfoss ph.d.-ritgerð sína við Roskilde Universitet.

Í gjár vardi Magni Laksáfoss ph.d.-ritgerð sína við Roskilde Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Færøernes økonomi - En analyse af økonomiens dynamik, historie og kilder til velstand".

Magni Laksáfoss hevur verið knýttur at Institut for Samfundsvidenskab og Erhverv í sambandi við ph.d.-verkætlanina. Jesper Jespersen, professari á  ISE, RUC, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Bent Greve, ISE, RUC, professari, dr. scient.adm., formaður
Lise Lyck, CBS, lektari emeritus, cand. polit. 
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið, dekanur og lektari, ph.d.

Hanne Marlene Dahl, professari, leiddi verjuna.

Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast her.