Hetta er fjórði fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók.
Magni Laksáfoss er búskaparfrøðingur og starvast sum fulltrúi á Hagstovu Føroya. Saman við einum øðrum lesandi gjørdi hann sum høvuðsuppgávu á Københavns Universitet ein búskaparmyndil um føroyska búskapin (EMFI).
Myndilin hevur verið nýttur í sambandi við Hvítubók, har nógvar útrokningar vóru gjørdar í myndlinum fyri at lýsa avleiðingarnar av at minka um ríkisveitingina.
Í fyrilestrinum verður fyrst ein gjøgnumgongd av, hvat ein búskaparmyndul er, og hvussu búskaparmyndlar verða nýttir í arbeiðnum hjá búskaparfrøðingum. Dømi verða tikin um, hvussu myndlar vórðu nýttir, tá Hvítabók varð skrivað. Síðan er ein gjøgnumgongd av, hvussu búskaparmyndlar verða bygdir. Fleiri sløg av búskaparmyndlum eru til, men her verður serliga tosað um teir myndlarnar, sum vórðu nýttir í Hvítubók. Dømi verður tikið um, hvussu EMFI bleiv bygdur.
At enda verður eitt meira filosofiskt tjak um, hvussu myndlar í øðrum londum hava broytt tað fakliga tjakið um búskapin, og um hvønn leiklut myndlar hava í øðrum londum í dag.
Annars vísir Fróðskaparsetur Føroya og Fróðskaparfelagið til heimasíðuna www.sleipnir.fo/setur/tiltoek.