Tað er nú greitt, at Magni Laksáfoss, uttanflokkatingsmaður hevur ikki nakra serliga undirtøku fyri uppskotinum, hann hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta støðuna hjá SEV.
Hann sigurm at endamálið við uppskotinum er at skunda undir at vit fáa grøna orku, og at ávirka nýtsluni, soleiðis at hon rættar seg eftir framleiðsluni.
Ein fortreyt í hesum sambandi er, at sjálvt elntið verður lagt í eitt sjálvstøðugt felag, sum skal vera óheft av SEV, og øllum øðrum, sum selja streym.
Ein fortreyt er eisini, at fleiri skulu sleppa fram at at gera streym, úr varandi orkukeldum, vindi, vatni, sól, aldu og sjóvarfalli.
Meirilutin í rættarnevndini, sum eru Kristin Michelsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Edmund Joensen og Magnus Rasmussen halda, at hettar lógaruppskotið hevur rættiliga stórar broytingar við sær í elveitingarlógini og at tað er ikki nóg væl lýst.
Tí halda tey ikki, at hetta málið er búgvið at taka støðu til.
Annars hevur Løgtingið longu samtykt at leggja sjálvt netið í eitt felag fyri seg, og at landsstýrið skal gera eina frágreiðing um hesi viðurskiftini.
Meirilutin metir, at landsstýrið eigur at gera hesa frágreiðing og leggja hana fyri Løgtingið, áðrenn umfatandi broytingar verða gjørdar í elveitingarlógini.
Hinvegin vil minnilutin í rættarnevndini, nevniliga Ingolf Sólheim Olsen og Ruth Vang úr samgonguni, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, ikki ikki taka støðu til málið, fyrr enn Løgtingið skal atkvøða um tað.
Í hesum sambandi hava fleiri løgtingslimir havt illgruna um, at samgongan hevur bundið seg til at atkvøða fyri uppskotinum fyri at tryggja sær undirtøku frá Magna Laksáfoss fyri teimum málum, sum eru eftir at fremja.
Magni Laksáfoss hevur váttað, at hann hevur havt fund við flokkarnir, men umboð fyri samgonguna hava staðiliga afturvíst, at tey hava ikki nakra avtalu við Magna Laksáfoss um at atkvøða fyri hesum málinum.