Starvsfólkini hava saman við honum tikið nógv tøk hesi árini.
Tá átti felagið eitt flogfar, sum fleyg millum Vágar og Keypmannahavn, eisini áttu teir eina tyrlu og umleið 40 fólk starvaðust hjá felagnum.
Í dag hevur felagið 4 flogfør og rekur tvær tyrlur. Flogið verður til 9 ymsar býir í summar : Oslo og Stavanger í Norra, Reykjavík í Íslandi, Aberdeen, Edinburg og London í Stórabretlandi, og Billund, Aalborg og Keypmannahavn í Danmark. Eisini hevur felagið vaksið munandi um flúgvingina í øðrum londum - eitt nú í Norra, millum Ísland og Grønland, og millum Skotland og Sveits.
Í summar starvast umleið 150 fólk hja Atlantic Airways .










