Magne hevur frítt at velja

Champions League: Venjarin hevur at kalla allar spælararnar at velja í millum til í kvøld

Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna dystin í 3. undanumfarinum í Champions League kappingini móti norska Molde FK. KÍ vann fyrra dystin, sum var á Tórsvølli, 2-1. Árni Frederiksberg skoraði bæði málini hjá KÍ.

 

Tað er líkt til, at KÍ fer at stilla upp við somu manning í kvøld. Magne Hoseth, venjari hjá KÍ, hevur at kalla allar spælararnar at velja í millum. Norðlýsið skrivar, at einasta ivamálið hevur verið Páll A. Klettskarð, sum ikki vandi í gjár.

 

Toppskjúttin í Betri deildini kom annars inn móti Víkingi í landskappingardystinum fríggjakvøldið. Ein dystur sum Víkingur vann 2-1. Páll A. Klettskarð skroaði málið hjá KÍ.

 

Til fyrra dystin móti Molde FK spældi KÍ við trimum í miðverjuni. Tað hava teir gjørt í øllum Champions League dystunum. Tí er einki óvæntað um tað verður ein miðverja við Odmari Færø, Heina Vatnsdal og Vegard Forren í kvøld.

 

Til hinar undankappingardystirnar hevur svenski málverjin, Nils Jonatan Johannson, verið fyrstaval. Hetta tí norski Markus Pettersen hevur verið skaddur. Nú er Markus Pettersen tøkur aftur, so Magne Hoseth skal nú velja hvør skal byrja. Markus Pettersen stóð í mál móti Víkingi.

 

Á vongbakkunum kann venjarin velja millum Patrick Da Silva og René Shaki Joensen. Seinnnevndi kann eisini spæla høgra vongbakkinum, miðjuni og enntá í verjuni. Í høgru er Jóannes Kalsø Danielsen besta boðið.

 

Mitt á miðjuni kemur Jákup B. Andreasen óiva inn aftur. Hann sat yvir móti Víkingi. Eitt gott boð er at Deni Pavlovic verður undir liðini á honum. Eitt annað boð er Hallur Hansson. Tríggir teir fremstu hava verið Claes Kronberg, Luc Kassi og Árni Frederiksberg.

 

Dysturin millum Molde FK og KÍ verður í kvøld klokkan 18. KVF vísur dystin í sjónvarpinum og FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn.