Magn: Einki galið í at lata vinningsbýti til Íslands

ALS pakkin kom ikki Magn til góðar, og tískil er einki galið í at lata vinningsbýti

Hóast íslendska móðirfelagið, Skeljungur, ætlar at gjalda peningin aftur, ið felagið hevur fingið frá íslendska ríkiskassanum í sambandi við koronakreppuna, hevur føroyska Magn, sum Skeljungur eigur, ikki broytt ætlanir í sambandi við ætlaða vinningsbýtið á 33 milliónir.

 

Á aðalfundi 13. februar samtykti Magn at gjalda 33 milliónir í vinningsbýti til íslendsku eigararnar. Síðani kom koronakreppan, og í Degi & viku 20. mars boðaði felagið frá, at sølubúðirnar kring landið vórðu stongdar, og at starvsfólkini vórðu send í ALS skipanina.

 

Samstundis fekk íslendska Skeljungur hjálparpening úr íslendska ríkiskassanum, men tað varð ikki væl móttikið í Íslandi, at felagið ætlaði at gjalda vinningsbýti, samstundis sum at felagið fekk pengar frá tí almenna. Skeljungur hevur tí boðað frá, at peningurin frá ríkiskassanum verður afturgoldin.

 

Og Magn hevur ongar ætlanir um at steðga vinningsbýtinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.  Almenni hjálparpakkin kom ikki Magn til góðar, men heldur ungu tímaløntu starvsfólkunum, og botnlinjan hjá Magn hevði verið tann sama, óansæð um starvsfólkini komu undir ALS skipanina ella ei, metir Jens Meinhard Rasmussen.

– Tann hjálparpakkin [hjálparpakki 1, red.] er ikki til Magn. Tá vit stongdu støðirnar, høvdu ungu arbeiðsfólkini hjá okkum ikki verið biðin til arbeiðis óansæð, so vit fáa einki burtur úr tí kassanum. Kanska besti mátin hjá landskassanum at fáa fleiri pengar, er at vinningsbýti verður goldið, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Tað skal tó viðmerkjast, at sambært Taks er norðurlendsk avtala galdandi, ið ásetur, at eigur felagið oman fyri 10 prosent í føroyskum felag, skal bert skattur gjaldast í heimlandinum. Í hesum førinum merkir hetta, at vinningsbýtið skal skattast í Íslandi, tí Skeljungur er einasti partaeigari í Magn.

Jens Meinhard Rasmussen leggur tó aftrat, at ALS hjálparpakkin varð ikki nýttur til teirra, ið vóru í føstum starvi hjá Magn, og at tey hava sostatt verið í starvi alla tíðina, meðan korona hevur staðið á.

– Vit hava nógv fastlønt, ið vit høvdu kunnað valt at sent í ALS skipanina. Tað hevði sjálvandi verið peningur, ið kom Magn til góðar. Men tað valdu vit ikki at gera, tí vit halda ikki, at Magn skal hava nakran hjálparpakka.

– Vit hava havt tey fastløntu til arbeiðis, og summi teirra hava verið í feriu, so vit hava ikki brúkt hjálparpakka til fastløntu hjá okkum. Tey, sum eru tímalønt og arbeiða á støðunum, høvdu ikki verið biðin um at koma til arbeiðis óansæð, sigur Jens Meinhard Rasmussen og sipar til tær vikurnar, har sølubúðirnar hjá Magn vóru stongdar.

– At landsstýrið so velur at stuðla teimum, er alla æru vert, men tað kemur ikki Magn til góðar.