Maggies, caféin í Nólsoy, ið Terji Rasmussen eigur og rekur, hevur nú betrað um atkomumøguleikarnar.
Nú er 100% atkomuligt hjá rørslutarnaðum at vitja í Maggies. Rampa er gjørd og fyrstafloks toilet er eisini til taks, verður boðað frá á heimasíðuni hjá Maggies á Facebook.
Og skemtiliga verður lagt afturat, at øll onnur sjálvsagt eisini eru vælkomin.










