Maggi Lego: Íslendskur kult DJ á Undirbeat

Maggi Lego fer leygarkvøldið í Cippo. Maggi, sum í yvir 10 ár hevur verið millum topp DJ?arnar í Reykjavík, verður av mongum róptur faðirin at íslendska DJ-pallinum. Maggi Lego, sum m.a. vitjaði Mjús Festivalin í 2006, var við til at stovna house/electro bólkin í Íslandi, GusGus og hann hevur við tíðini fingið umdømi sum eitt satt flogvit handan DJ-pultin.

Maggi er kendur fyri síni góðu evni at miksa, DJ?a og at seta saman eitt langt, feitt og hypnotiserandi groove, sum fær lív í heila, hjarta og ikki minst; føtur! Byrjar tú at dansa, steðgar tú ikki aftur!

 

Um vit skulu seta orð á, hvat vit kunnu vænta okkum leygarkvøldið, so verður talan um væl svingandi minimal techno rútmur, við litríkum italo disco tónum afturvið.

 

Stórur eftirspurningur er eftir honum bæði úti sum heima; hann hevur úr at gera á klubbum og dansistøðum í Reykjavík og hann er m.a. regluligur DJ á feitu undirgrundsbarrini Sirkus. Hann er eisini nógv umbiðin aðrastaðnis í heiminum, og er t.d. fastur fúsur á klubbum í New York, Chicago, Berlin, Buenos Aires og London. Maðurin hevur enntá egnan fjepparaklubba; ?The Maggi Lego Fan Club?.

 

Áðrenn Maggi Lego fer afturum pultin, fer føroyski Spencer Jones (Rólant av Reyni) at hita upp við sínum vælvaldu tónum frá kl 24 til kl 01. Maggi Lego stendur sostatt við róðrið og heldur grýtuna kókandi restina av kvøldinum við discorútum, hondgjørdar at sveiggja dintilin til.

 

Undirbeat, elektrokvøld í Cippo - leygarkvøldið 3. nov. kl. 12-04 - kostnaður 100kr

 

Hoyr Magga Lego her:

www.myspace.com/kondakela

myspace.com/hunkofaman

www.myspace.com/maggilegodiscoclub