Magellan vitjar Havnina fyri triðju ferð

Ferðamannaskipið er fastur summargestur í Føroyum

Magellan hevur verið fastur summargestur tey seinastu árini, og í morgun klokkan 7 legði ferðamannaskipið at í Havnini fyri triðju ferð í ár. Klokkan 17 seinnapartin leggur skipið leiðina til Seyðisfjørð.

 

1215 fólk vóru umborð, og bróðurparturin er úr Bretlandi, haðani Magellan kom í morgun.

 

Ferðamannaskrivstovan GreenGate Incoming hevur tikið ímóti 36 ferðamannaskipum higartil í ár. Tað fyrsta kom 21. mai, og tað síðsta kemur 20. september.

 

Tey flestu ferðamannaskipini, sum koma til Føroya, liggja ikki leingi, áðrenn tey skulu víðari á ferðini, eins og Magellan. 

 

Magellan er bygd í Ålborg í 1985 og umbygd í 2010. Hon er 221 metrar long og vigar 46.000 bruttotons. Hóast felagið, ið eigur Magellan er bretskt, er ferðamannaskipið skrásett í Bahamaoyggjunum.

 

Ferdinand Magellan var ein portugisiskur sjófari, ið sigldi undir sponskum flaggi. Hann varð tann fyrsti evropearin at sigla suður um Suðuramerika, og varð við tí fyrsti evropeari á Stillahavinum.