Italsku myndugleikarnir ætla ikki, at mafian skal fáa nakað burtur úr endurbyggingini eftir jarðskjálvtan tann 6. apríl Í Italia hava myndugleikarnir sett fýra útvaldar dómarar at halda eyga við arbeiðinum at endurbyggja tað, sum fór í jarðskjálvtanum í Abruzzo-landspartinum tann 6. apríl.
Blaðið La Republica skrivar, at teir fýra dómararnir hava drúgvar royndir við mafia-virksemi, og uppgávan hjá teimum er at tryggja, at mafian ikki sleppur fram at endurbyggingini. Tað er ein royndur lutur, at mafian hevur tætt tilknýti til italsku byggivinnuna, og at mafian ofta hevur fingið væl burtur úr almennum íløgum.
Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, hevur sagt, at tey mongu túsund, sum mistu hús og heim í jarðskjálvtanum, skulu fáa nýggj hús innan seks mánaðir.