Amerikanska samveldisløgreglan hevur tikið ein av teimum fremstu mafialeiðarunum í New York.
Tað eydnaðist einum agenti hjá FBI at gerast so væl við nakrar limir í mafiaættini Gambino, at hann fekk beinleiðis samband við teir ovastu leiðararnar hjá ættini. Við einum fjaldum bandupptakara eydnaðist tað agentinum at taka fleiri samrøður við mafialeiðararnar upp á band.
Mikudagin helt FBI seg hava fingið nóg mikið av upplýsingum um virksemið hjá Gambino-ættini, og sama kvøldið vóru teir báðir ovastu leiðararnir tiknir og settir í varðhald. Arnold Zeke Squitari og Anthony Megale verða nú ákærdir fyri fleiri brotsverk, og verða teir funnir sekir, kunnu teir fáa nógv ár aftan fyri rimarnar, skrivar AP. Gambino-ættin er ein av teimum størstu og máttmestu mafiaættunum í New York, men sakarmálið ímóti teimum báðum leiðarunum kann beina fyri øllum virkseminum hjá ættini, skrivar AP.










