Túsundtals sjófólk umborð á Maersk skipum – harímillum eisini nógvir føroyingar – fáa stundum mat, sum ikki eru egnaður at eta og í ringasta føri kann verða skaðiligur fyri heilsuna. Tað skrivar danska blaðið Berlingske Tidende, sum hevur tosað við hovmeistarar umborð á Maersk skipum.
A.P. Møller – Maersk hevur seinastu árini gjørt stórar sparingar í fyritøkuni, og tað hevur eisini ávirkað matin umborð á skipunum. Stórar skerjingar eru gjørdar í innkeypinum av rávørum, og hovmeistararnir skulu keypa frá eini sentralari skipan, sum hevur fáar veitarar og stundum vánaligar rávørur, siga hovmeistararnir.
Berlingske Tidende hevur tosað við fleiri sjófólk og hovmeistarar umborð á skipum hjá Maersk, og tey finnast harðliga at matinum umborð – eingin teirra vil tó standa fram við atfinningunum.
Fakfelagið hjá Maersk hovmeistarunum finnist eisini at støðuni.
- Tá ið fólk eru heima, kunnu tey sjálvi velja, hvønn mat tey eta, og hvørjar rávørur tey keypa, og tað hevði heilt einfalt ikki borið til at keypt so vánaligar matvørur, sum Maersk bjóðar teimum, sigur Ole Philipsen, sum er formaður fyri CO-Søfart, við Berlingske Tidende.
Hann heldur, at tað er í lagi, at Maersk hevur spart fyri at forvinna pengar, men hann heldur, at reiðaríið er farið ov langt.
A. P. Møller – Maersk hevur havt fundir við yvirmenn fyri at viðgera atfinningarnar, men hjá reiðarínum halda tey, at tað er nóg mikið at avseta 8,5 dollarar fyri hvørt sjófólk til mat hvønn dag. Eisini vísur Maersk á, at hovmeistarar kunnu senda vánaligar rávørur aftur til veitarar og fráboða hetta til tey, sum samskipa innikeypini.
- Seinasta hálva annað árið hava vit fingið umleið 16.000 veitingar av mati, men vit hava bert fingið 49 klagur, og í teimum førum, vit kenna til misnøgd, hava vit gjørt nakað við tað, sigur Søren Andersen, leiðari fyri Vessel Management í Maersk Line, við Berlingske Tidende.